Blind fyri ein dag

Fríggjadagin 31. November var nevndin og ítróttaráðgevin í ÍSB farin ein túr á Blindastovnin til ein upplýsandi fund, um tað at vera blindur. Komin á staðið, fingu vit sólbrillur fyri eyguni, sum vórðu klistraðar til við klisturbandi, soleiðis at vit komu at síggja ógvuliga illa. Vit kundu bert hóma ljós og rørslur. Vit vórðu síðani leidd inn í eitt rúm, har vit sessaðust til døgurða. Suppa og breyð. Og vatn at drekka. Hetta skuldu vit royna at eta... Eitt verri skil! Vatnið var ringt at síggja, tá man fylti í koppin og vóru nógv av okkum, sum stoyttu væl útyvir borðið. Og eingin tordi at fylla tallerkin, tí vandi var jú fyri at suppan fór út yvir alt. So har var bert ein lítil botnur lagdur. Her sloppu vit ordiliga at royna okkum.
Eftir døgurðan sloppu vit av við brillurnar og settu okkum inn í fundarhølið, har Tórunn frá Blindastovninum segði frá, hvussu tað er at vera blindur/sjónsveikur. Harímillum fortaldi hon um teir trupuleikar, sum eru í gerandisdegnum og um, hvørja reaktión tey fáa frá umhvørvinum, m.a frá vinum og kenningum. Eftir fundin vórðu vit upplærd í at føra blind/sjónsveik, hvussu man kann vísa teimum, nær trappa er, um tað er smalt at ganga osfr. Síðani fingu vit aftur bind fyri eyguni og skuldu ganga aftur og fram, harímillum eisini oman gjøgnum trappur, sum var rættiliga ræðandi, tí man skuldi stóla fult og fast uppá persónin, sum førdi teg.
Aftaná loknan dag avgjørdu vit at fáa í lag eitt betri samstarv millum ÍSB og Blindastovnin. Meira verður at frætta um hetta seinni.
Myndasavn
- Sparkivallarkapping á Toftum
- Fimleikur hjá Ljósinum
- Venjaraskeið
- Barna- og ungdómsdagur 2009
- EM í svimjing, setan
- Stuðulsrenning
- jólakapping í svimjing ´09
- Jólakappingin í boccia 2009
- Petra-súkklur frá Kiwanis
- Ítróttadagur í Suðuroy
- 1. Grand Prix kappingin
- FM í svimjing 2010
- FM í Boccia 2010
- Nord-HIF fundur
- 30 ára veitslan
- Á vitjan í Tinganesi
- Grand Prix kapping (2)
- Myndir frá NM í boccia
- myndir, 3. Grand Prix-kapping










