EM í racerunning og frælsum ítrótti
ÍSB hevur sent tvey føroysk ítróttafólk at umboða Føroyar til EM í racerunning og frælsum ítrótti.
John Heri Johansen úr Klaksvík luttekur í hesum døgum í EM í Racerunning, sum er í Keypmannahavn. Sjálvt um Racerunning er ein nýggj ítróttagrein, hevur John Heri roynt seg í kappingum í Føroyum, men hetta er fyrstu ferð hann luttekur í altjóða kappingum. Kappast verður á 800-, 400, 200- og 100 m teinum. Kappingin endar 11. juli.
Ítróttafólkið í racerunning brúka ein Petra-súkklu at kappast á. Petrasúkklan hevur trý hjól, eitt framman og tvey aftan. Íðkarin situr á einum saðili og fær ferð við at seta fótin í jørðina. Ongar pedalur eru á súkkluni.
Kristian Martin Garðalíð luttekur í EM í frælsum ítrótti fyri menningartarnað í Kroatia, har hann kemur at kappast í 5-kampi. Talan er um eina kapping á høgum støði, har allir íðkarar eru altjóða góðkendir av IPC- International Paralympic Committee. Kristian Martin og venjari hansara koma aftur til Føroya týsdagin 13. juli.
Myndasavn
- Sparkivallarkapping á Toftum
- Fimleikur hjá Ljósinum
- Venjaraskeið
- Barna- og ungdómsdagur 2009
- EM í svimjing, setan
- Stuðulsrenning
- jólakapping í svimjing ´09
- Jólakappingin í boccia 2009
- Petra-súkklur frá Kiwanis
- Ítróttadagur í Suðuroy
- 1. Grand Prix kappingin
- FM í svimjing 2010
- FM í Boccia 2010
- Nord-HIF fundur
- 30 ára veitslan
- Á vitjan í Tinganesi
- Grand Prix kapping (2)
- Myndir frá NM í boccia
- myndir, 3. Grand Prix-kapping










