Frælsur Ítróttur
Frælsur ítróttur verður vant í Havn. Undirvísingin verður løgd til rættis ígjøgnum kvøldskúlan. Venjingin fer fram á Føroya Læraraskúla, men tá Tórsbreyt opnar fyri almenningini, verður ein partur av venjingini flutt niðan á nýggju renni- og kastibreytina. Ítróttagreinirnar, ið mest dentur verður lagdur á, eru renning á longum og styttri teinum, kúluvarp og longdarlop. Eisini er møguleiki, um áhugi er til tess, fyri at venja racerunning (hetta er ein ítrótt fyri rørslutarnað, tit kunnu lesa meira um hetta á alnótini www.racerunning.co.uk og www.racerunning.dk). Av tí at íðkarar hava ymisk áhugamál og ymiskar dygdir, er neyðugt at undirvísingardifferentiera - t.v.s at at umframt at ein partur av venjingini er felagsvenjing, so hevur tann einstaki næmingurin somuleiðis sína egnu venjingarskrá.
Uttan mun til hvør ítróttagreinin er, verður stórur dentur lagdur á tekniska venjing, upphiting og útstrekking.
Endamálið við frælsa ítróttinum er trýbýtt: (1) Tað skal vera stuttligt og hugaligt at venja frælsan ítrótt. (2) Íðkararnir skulu gerast betri fyri likamliga - teir skulu gerast sterkari og reystari. og (3) teir íðkarar, sum hava hug at taka lut í kappingum annaðhvørt innlendis ella uttanlanda skulu stuðlast í hesum ynski.
Venjingartíðirnar eru hesar:
Frælsur ítróttur fyri børn og ung við menningartarni: Mánadag kl. 16.30 til 18.00
- Venjari: Sofus Olsen, tlf. 230851
Frælsur ítróttur fyri børn og ung við rørslutarni: Mánadag kl 16.30 til 18.00
- Venjari: Rakul N. Joensen, tlf. 592164
Myndasavn
- Sparkivallarkapping á Toftum
- Fimleikur hjá Ljósinum
- Venjaraskeið
- Barna- og ungdómsdagur 2009
- EM í svimjing, setan
- Stuðulsrenning
- jólakapping í svimjing ´09
- Jólakappingin í boccia 2009
- Petra-súkklur frá Kiwanis
- Ítróttadagur í Suðuroy
- 1. Grand Prix kappingin
- FM í svimjing 2010
- FM í Boccia 2010
- Nord-HIF fundur
- 30 ára veitslan
- Á vitjan í Tinganesi
- Grand Prix kapping (2)
- Myndir frá NM í boccia
- myndir, 3. Grand Prix-kapping











