German Open í svimjing
Í vikuskiftinum er stór svimjikapping fyri brekað í Berlin, Týsklandi. Ítróttasamband fyri Brekað, ÍSB, hevur hesuferð útvalt tríggjar, evnaríkar svimjarar at luttaka í kappingini, nevniliga Kristu Mørkøre, Dann Akursmørk og Ragnvald Jensen. Krista er 12 ár og venur dagliga við Ægir. Dann er 13 ár og venir við svimjifelag sínum í Århus. Tey svimja bæði í bólkinum S10, sum er bólkurin hjá teimum rørslutarnaðu, ið hava minst brek. Av tí at tey eru so ung, verða tey eisini bólkað í barnabólkin.
20 ára gamli Ragnvald Jensen kemur úr svimjifelagnum FLOT og kappast í bólkinum S14, ið er bólkurin fyri svimjarum við menningartarni..
Hendan kappingin er útvald serliga til tey, tí her kunnu tey royna seg ímóti javnaldrum og á javnbjóðis støði.
Tey luttóku eisini í kappingini í fjør, og tá sást týðiliga, at okkara svimjarar vóru á odda, tí tey komu heim við heiðursmerkjum í øllum kappingunum. Vónandi fer at ganga líka gott hesaferð
Myndasavn
- Sparkivallarkapping á Toftum
- Fimleikur hjá Ljósinum
- Venjaraskeið
- Barna- og ungdómsdagur 2009
- EM í svimjing, setan
- Stuðulsrenning
- jólakapping í svimjing ´09
- Jólakappingin í boccia 2009
- Petra-súkklur frá Kiwanis
- Ítróttadagur í Suðuroy
- 1. Grand Prix kappingin
- FM í svimjing 2010
- FM í Boccia 2010
- Nord-HIF fundur
- 30 ára veitslan
- Á vitjan í Tinganesi
- Grand Prix kapping (2)
- Myndir frá NM í boccia
- myndir, 3. Grand Prix-kapping










