VÆLKOMIN!

Tíðindaskriv frá SVANI

 

Svanur stóran ítróttardag á Eiði

Leygardagin 19. september verður ítróttarhøllin á Eiði karmur um stórfingnan ítróttardag, Eik Cup 2009, sum ítróttarfelagið Svanur skipar fyri. Á skránni eru bæði boccia- og borðtenniskappingar.

Ikki kann sigast annað, enn at nýggja ítróttarfelagið fyri brekað í Eysturoynni, Svanur, hevur verið sera virkið, síðani tað var sett á stovn fyri lítlum hálvum ári síðani. Felagið hevur bæði skipað fyri og verið við til ítróttarkappingar, og nú heystið stundar til, verður hildið fram.

Fyrsta stóra takið verður ítróttardagurin í ítróttarhøllini á Eiði leygardagin, sum ber heitið Eik Cup 2009. Har verður skipað fyri bæði boccia- og borðtenniskappingum, umframt at aðrar stuttligar kappingar eisini verða á skránni.

Lagt verður til brots klokkan 13, tá borðreitt verður við smyrjibreyði, saft, kaffi og te, umframt at tað tá ber til at melda seg til boccia- og borðtenniskappingarnar. Hetta fram til klokkan 13.30, tá Sjúrður Skaale fer at seta Eik Cup 2009.

Farið verður so í holt við sjálvar kappingarnar klokkan 14, og umleið tveir tímar seinni verður skipað fyri heiðursmerkjahandan. Men dagurin endar ikki har, tí eftir ein køkubita og ein drekkamunn verður hildið fram við ymsum stuttligum kappingum í ein lítlan tíma.

Tey, ið hava hug at vera við, eru vælkomin at boða Svani frá við telduposti á svanur@svanur.fo. Tað kostar 100 krónur at vera við, og umframt luttøku í ítróttardegnum, fáa øll eisini eina t-skjúrtu og ókeypis at eta, meðan ítróttardagurin er. Luttakaragjaldið verður goldið, tá Eik Cup 2009 byrjar.

Høglig ferðing

Fyri at gera tað so høgligt sum gjørligt hjá øllum at vera við, hevur Svanur skipað fyri góðum ferðasambandi í allar ættir.

Bussur koyrir av Toftum klokkan 12.30 og er á Skipanesi eitt korter seinni, har tey úr Klaksvík og Fuglafirði koma uppí. Klokkan 12.55 er bussurin í Skálabotni, og á Oyrarbakka klokkan 13.05 tekur hann tey uppí, sum koma úr Havn við Leið 400. Bussurin er á Eiði klokkan 13.20.

Eftir tiltakið koyrir bussurin aftur av Eiði til Oyrarbakka klokkan18.00. Tey, sum skulu norðureftir ella úteftir, sleppa við Leið 400 klokkan 18.15, tá samband er bæði til Strendur og Toftir. Tey, sum skulu suðureftir, bíða á Oyrarbakka til klokkan 18.55 og fara síðani víðari við við leið 400.

Vágafólk skifta í Kollafirði klokkan 19.15, og suðuroyingar sleppa av Havnini við Smyrli klokkan 20.30. Tey, ið skulu til Sandoynna, sleppa við Teistanum av Gomlurætt klokkan 21.00, men tá er tó einki busssamband víðari.