VÆLKOMIN!

Innbjóðing til svimjikapping í Klaksvík

Jólakappingin ´09

 Svimjing

Aftur í ár bjoða vit tær/tykkum til jólakappingina í svimjing hjá ÍSB. Kappingin verður í Klaksvík tann 29. november.

Kappingin er fyri øll, ið hava hug at luttaka. Tað er onki krav at tú/tit ganga regluliga til svimjing

Kappingin byrjar kl 17.00og upphiting verður kl. 16.30.

Øll kunnu luttaka í kappingini, tó eru kappingarnar 1,2,7 og 8 serliga ætlaðar til svimjarar á byrjunarstøði, sum ikki kunnu svimja 2 longdir

Kappingar

1.               25 m rygg, gentur (tey, ið ikki klára at svimja 50 m)

2.               25 m rygg, dreingir (Tey, ið ikki klára at svimja 50m )

3.               50 m frí, gentur

4.               50 m frí, dreingir

5.               50 m rygg, gentur

6.               50 m rygg, dreingir

7.               25 m frí, gentur (tey, ið ikki klára at svimja 50m)

8.               25 m frí, dreingir (tey, ið ikki klára at svimja 50m)

9.               50 m bringu, gentur

10.            50 m bringu, dreingir

11.            50 m firvald, gentur

12.            50 m firvald, dreingir

Tilmeldingin fer fram  innan 25. nov. við at ringja til ÍSB tlf 317579 / 217975 ella isb@isb.fo

Tit upplýsa navn/nøvn á svimjara/svimjarum og nummar á kapping/um, tit ynskja at luttaka í og til seinast eina tilmeldingartíð.

Heiðursmerki verða handa til nr 1, 2 og 3 meðan svimjarar á 4. 5. og 6. plássi, fáa eitt heiðursband. Hvørt heat er at rokna sum ein finala.  Øll fáa eitt diplom

Kappingar, har bert ein ella tvær tilmeldingar eru, kunnu verða lagdar saman við somu kapping hjá mótsatta kyni. Er bert ein tilmelding í eini kapping hjá báðum kynum, verður kappingin avlýst.

Svimjarar, sum hava tørv á hjálp í umklæðingarrúminum og til upphiting, mugu hava hjálpara við.

Tit eru vælkomin til at bjóða øðrum við, sum møguliga ikki hava fingið eina innbjóðing.

Vit síggjast í Klaksvík