FM í svimjing 2010
FM í Svimjing 2010 hjá ÍSB
ÍSB bjóðar til FM-kapping í svimjing í svimjihøllini í Gundadali
Mikudagin 17. mars kl 17.30
Kappingin er fyri øll, ið hava hug at luttaka.
Kappingin byrjar kl 17.30og upphiting verður kl. 17.15.
Øll kunnu luttaka í kappingini, tó eru kappingarnar 1,2,9 og 10 serliga ætlaðar til svimjarar á byrjunarstøði, ið ikki klára at svimja meir enn 25 m.
Kappingar 5, 6, 13 og 14 eru einans fyri børn 12 ár og yngri.
Kappingar
1. 25 m rygg, gentur (tey, ið ikki klára at svimja 50 m)
2. 25 m rygg, dreingir (Tey, ið ikki klára at svimja 50m )
3. 50 m frí, gentur
4. 50 m frí, dreingir
5. 25 m frí, gentur(børn, 12 ár og yngri)
6. 25 m frí, dreingir (børn, 12 ár og yngri)
7. 50 m rygg, gentur
8. 50 m rygg, dreingir
9. 25 m frí, gentur (tey, ið ikki klára at svimja 50m)
10. 25 m frí, dreingir (tey, ið ikki klára at svimja 50m)
11. 50 m bringu, gentur
12. 50 m bringu, dreingir
13. 25 m rygg, gentur (børn, 12 ár og yngri)
14. 25 m rygg, dreingir (børn, 12 ár og yngri)
Tilmeldingin fer fram við at ringja til ÍSB tlf 317579 / 217975 ella isb@isb.fo
Freistin er fríggjadagin 12.mars
Tit upplýsa navn/nøvn á svimjara/svimjarum og nummar á kapping/um, tit ynskja at luttaka í og til seinast eina tilmeldingartíð.
Heiðursmerki verða handað til nr 1, 2 og 3 meðan svimjarar á 4. 5. og 6. plássi, fáa eitt heiðursband. Allara kappingarnar eru beinleiðis finalur, og hvørt heat er ein finala. Øll fáa eitt diplom.
Kappingar, har bert ein ella tvær tilmeldingar eru, verða lagdar saman við somu kapping hjá mótsatta kyni. Er bert ein tilmelding í eini kapping hjá báðum kynunum, verður kappingin avlýst.
Svimjarar, sum hava tørv á hjálp í umklæðingarrúminum og til upphiting, mugu hava hjálpara við.
Tit eru vælkomin til at bjóða øðrum við, sum møguliga ikki hava fingið eina innbjóðing.
Myndasavn
- Sparkivallarkapping á Toftum
- Fimleikur hjá Ljósinum
- Venjaraskeið
- Barna- og ungdómsdagur 2009
- EM í svimjing, setan
- Stuðulsrenning
- jólakapping í svimjing ´09
- Jólakappingin í boccia 2009
- Petra-súkklur frá Kiwanis
- Ítróttadagur í Suðuroy
- 1. Grand Prix kappingin
- FM í svimjing 2010
- FM í Boccia 2010
- Nord-HIF fundur
- 30 ára veitslan
- Á vitjan í Tinganesi
- Grand Prix kapping (2)
- Myndir frá NM í boccia
- myndir, 3. Grand Prix-kapping










