VÆLKOMIN!

Heilsan frá Javna

Røða til 30 ára hátíðarhald hjá ÍSB  tann 10. apríl 2010

 

 

 

Gott kvøld, góðu gestir – og vertir

Fyrst av øllum ynski eg at takka tykkum í ÍSB fyri, at kona mín og eg hava fingið høvi at umboða Javna til hesa veitsluna. Ikki bara, tí her er hugnaligt og góður matur – eisini tí – men fyrst og fremst tí, at tað er mær ein heiður at halda hesa hátíðarløtu saman við ÍSB.

Nú eri eg ikki sjálvur nakar ítróttarmaður, men tað er tó eingin ivi um, at eg virðismeti stórliga tað arbeiði, sum ÍSB – og tit, sum hava staðið fyri ÍSB –  hava gjørt hesi mongu árini. Tit hava givið tíð og orku til at leggja til rættis, at venja og at skipa fyri kappingum fyri fólki, sum á ymsan hátt eru førleikaskerd, tað veri seg til likams ella sálar.

Seinastu árini er so ítróttarfelagið Svanur komin afturat í selskapið, og harvið er virksemið á økinum økt enn meira. Tøkk – og góða eydnu við tí.

Nú skal eg ansa eftir ikki at látast ov vitandi á ítróttaliga økinum – tí tað eri eg ikki – men tað man vera lítið at ivast í, at neyvan nakað ítróttafelag í landinum fevnir so víða í ítróttargreinum og hevur fingið so góð úrslit sum ÍSB. Um vit skuldu talt øll heiðursmerki saman, sum føroyingar hava vunnið í altjóða kappingum, man rúgvan hjá ÍSB ikki smæðast burturímillum.

Ongin toyggir seg longri, enn armarnir røkka, sigur orðatakið, og tit í ÍSB hava lagt tykkum eftir at fáa luttakararnar í hvussuer at toyggja seg so langt, sum armarnir røkka. Og man tað ikki mangan hava víst seg, at armarnir rukku longri, enn ein sjálvur helt?

Frálíku úrslitini eru eitt. Men ikki minni er tann týdningur, sum venjingarnar og kappingarnar hjá ÍSB hava havt fyri mong. Venjing gevur úrslit. Tað er gott. Virðing gevur sjálvsvirðing –  tað er enn betri. Við tí venjing og virðing, sum tit í ÍSB hava givið og víst fólki við breki, hava tit skapt úrslit og tit hava skapt eina sjálvsvirðing hjá mongum, sum hevur ment tey sum menniskju og økt um teirra lívsdygd. Tað er tað allar besta. TAKK fyri tað.

ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð samtyktur á Føroya Løgtingi 13. mai 2009, og 23. august í 2009 kom hann í gildi í Føroyum. Har verður m.a. sagt í 30. grein, at “Við tí í hyggju at gera fólk, ið bera brek, før fyri at verða við á jøvnum føti við onnur í ítrivs-, frítíðarítrivs- og ítróttartiltøkum, skulu limalondini taka til hóskandi stig til at:

·       geva fólki, ið bera brek, áræði til og virka fyri, at tey, í so stóran mun sum til ber, eru við í øllum vanligum ítróttargreinum á øllum stigum;

·       tryggja, at fólk, ið bera brek, sleppa at skipa seg, mennast og vera við í serligum ítróttar- og frítíðarvirksemi fyri brekað og við hesum fyri eyga hjálpa til at útvega hóskandi vegleiðing, venjing og fígging á jøvnum føti við onnur.

Her er helst nakað eftir at gera, kanska serliga í vanligu ítróttafeløgunum, áðrenn henda grein er uppfylt, men ÍSB hevur – millum annað í samstarvi við kvøldskúlarnar – í hvussu er gjørt sítt til, at Føroyar kunnu liva upp til ásetingina í hesum altjóða mannarættindasáttmála. Og tað arbeiðið byrjaði ÍSB longu eina fjórðings øld áðrenn sáttmálin var samtyktur í ST í desember 2006.

Tit, sum gjøgnum árini hava tikið tøk fyri – og saman við – ÍSB, hava gjørt eitt stórarbeiði, sum hevur tikið fitt av tykkara tíð – tíð, sum tit annars helst høvdu brúkt saman við tykkara nærmastu. Stóra tøkk fyri tað. Tí ynski eg vegna Javna eisini at veita eina serliga tøkk til tykkara avvarðandi – hjúnafelaga og børn – fyri tol og stuðul. Vit, sum eru virkin í sjálvbodnum arbeiði vita, at tað kemur onki av sær sjálvum, og uttan stuðulin heimanífrá gerst arbeiðið tungligt.

Góða nevnd í ÍSB, góðu venjarar, leiðarar og luttakarar – øll tit, sum á ein ella annan hátt eru við til at gera ÍSB til ein virknan og virðismiklan felagsskap. Tøkk fyri tykkara arbeiði og trúfesti. Takk fyri gott samstarv við Javna higartil. Hjartaliga til lukku við 30 ára degnum, og góða eydnu framyvir.

Takk fyri

Óli Wolles, Javni