VÆLKOMIN!

Eyðdis Eidesgaard

Gott kvøld góðu veitlsugestir

Fyrst vil eg fegin takka fyri, at maður mín og eg vóru boðin við til hesa 30 ára stovningarveitsluna hjá ÍSB.

Hóast eg ikki havi verið virkin í ÍSB í nógv ár og heldur ikki eri tað nú, so eri so heppin, at eg kann reypa mær mær av, at eg eri ein av teimum trimum, sum fyri 30 árum síðani settu á stovn ÍSB. Og satt at siga, so er tað eitt av mínum avrikum í mínum meira enn hálvrunnað lívi, sum eg eri sera stolt av.

Sum Egga í fjølmiðlunum hevur greitt frá, so varð neistin tendraður í Beitostølen í Norra. Egga hevði verið og vitjað har, tá hann tók okkum, eitt ítróttarlið á Føroya Lærarskúla, við til Beitostølen. Vit stóðu á skíum hvønn dag, og so vóru vit og vitjaðu á Beitostølen heilsuítróttarmiðstøðini, har vit eisini luttóku í dansi, sum var fyriskipaður.

Hóast tað at standa á skíum var eitt upplivilsi, so var tað vitjanin á heilsuítróttarmiðstøðini, sum vakti størsta ansin á túrinum.

Tá Egga heimaftur komin fór at tosa um at stovna eitt ítróttarsamband fyri brekað, var skjótt frá orði til gerð. Tað eru nú 30 ár síðani, og Egga stendur framvegis á odda í hesum sambandi, sum hevur ment seg nógv meira, enn vit nakrantíð droymdu um. Hóast eg væl veit, at tað eru nógv góð fólk, sum hava verið virkin í ÍSB í nógv ár, og sum hava gjørt sítt til, at so nógv virkin feløg við íðkandi limum eru í dag, so havi hug at taka Egga framum.

Tú hevur verið sambandinum ein góður maður, trúgvur sum trøllið – ein røtt eldsál. Tú trúði hetta fór at bera til fyri 30 árum síðani, hevur verið íðin og virkin í 30 ár og hevur lagt nógva orka í hetta samband.  Eitt samband við limum, sum ferð eftir ferð ger seg galdandi í kappingum við onnur lond. “Egga túsund takk fyri tað”, soleiðis heilsa vit tær í kvøld.

Tað er ikki bert svimjingin og fótbólturin, sum seta Føroyar á heimskortið. Tað hava íðkandi limir í ÍSB so sannliga eisini gjørt, og eg ivist ikki í, at teir framhaldandi fara at gera tað.

Hoyrdi eina fitta søgu, sum eg haldi hóskar sera væl til høvið í dag, nú vit hátáðarhalda 30 ára stovningardagin hjá Ìtróttasambindinum fyri Brekað.

Nógv vóru komin saman at hyggja at eini rennikapping millum froskar. Málið var at náa toppin á einum høgum torni. Kappingin byrjað,i og eingin av áskoðarunum trúðu rættiliga uppá, at nakar froskur fór at klára tað. Allastaðni hoyrdist viðmerkingar so sum: “Hatta er alt ov krevjandi”. “Tey klára  aldrin heilt upp í tornið”. “Tornið er alt ov høgt”.

Froskarnir fullu eisini frá, ein fyri og annar eftir undantikið ein, sum klatraði hægri og hægri upp. Mannamúgvan helt fram at rópa: “Hatta er alt ov krevjandi, hann klárar tað aldrin”. Men hesin eini froskurin vildi snøgt sagt ikki gevast og megnaði sum tann einasti at røkka málinum.

Hinir vildu fegnir vita, hvat hann hevði gjørt øðrvísi, sum gjørdi hann føran fyri at klára hetta bragdið at náa málinum. Tað vísti seg, at vinnarin var deyvur.

Vísdómurin í hesu søgu er: “Lurta ikki eftir fólki, sum eru neilig og svartskygd, tí tey taka tykkara dreymar og ynskir frá tykkum. Hugsið altíð um, at tað tit hoyra og lesa ávirkar tykkara gerðir. Verið tí altíð jalig. Og ikki minst, verið deyv, tá onkur sigur, at tit ikki megna at røkka tykkara málum ella dreymum. Hugsið hinvegin altíð: “Eg skal klára tað. Tá er næstan onki ógjørligt”.

“Einki er ógjørligt fyri tann, sum ber viljan í sínum hjarta”.

Eg fari at enda við at takka tykkum, sum lótu meg vera partur av liðnum, sum tók stigið til ÍSB fyri 30 árum síðani. Síðan vil eg eisini takka mongu íðkandi limunum í ÍSB, sum við sínum úrslitum hava gjørt okkara land kent úti í heimi, men ikki minni fyri tað, sum er tykkara boðskapur til okkara, sum kanska alt ov ofta síggja forðingar heldur enn avbjóðingar.

Tykkara boðskapur er klokkuklárur: “Eingin kann alt, men øll kunnu okkurt”.

At enda vil eg ynskja ÍSB blíðan byr víðari á ferðini.

Takk fyri.