VÆLKOMIN!

Um special Olympics

Special Olympics er ein felagsskapur, sum spennir um allan heim. Hesin felagsskapur arbeiðir við at skapa forstáilsi, aksept og inklusión millum fólk við og uttan menningartarn. Hetta verður gjørt við at skipa fyri ítróttavenjingum, ítróttakappingum og øðrum fyri bæði børn og vaksin við menningartarni. Hetta arbeiðið fer fram í fleiri enn 180 londum, og fleiri enn 2,5 mill.børn og vaksin við menningartarni taka lut.

Felagsskapurin hevur sín uppruna í Amerika. Tað var Eunice Kennedy Shriver, ið byrjaði við ítróttavenjingum og legum í 1962. Fyrstu leikirnir vóru hildnir í 1968. Felagsskapurin hevur ment seg nógv hesi árini: í dag eru heimsleikir fjórða hvørt ár, umframt aðrar kappingar.

Ítrótturin er í miðdeplinum, tó verður eisini arbeitt innan onnur økir; heilsu og útbúgving, arbeiðsmarknaðin og vinir- og familjuviðurskifti.

Ítróttafólk, ið luttaka í kappingum hjá Special Olympics, geva eitt lyfti:

 Lat meg vinna, men klári eg ikki at vinna, so lat meg hava dirvi at royna

 Føroyar hava luttikið í kappingum hjá Special Olympics síðani ár 2000 í ítróttagreinunum borðtennis, boccia, frælsum ítrótti og svimjing