VÆLKOMIN!

Eina bronsu, 3 finalupláss og 2 føroysk met

Ragnvaldur ringir heim við góðum boðum: "Mamma, eg havi vunnið eitt bronsuheiðursmerki"

 

Í morgin er síðsti dagurin í stóru evropameistarakappingini í svimjing í Reykjavík. Ragnvaldur Jensen, ið hevur umboðað Føroyar til kappingina, er tó liðugur við sína kappingar. Tað má sigast at hava hilnast væl hjá Ragnvaldi, hann fekk finalupláss í øllum 3. kappingunum, hann luttók í. Umframt hetta setti hann 2 føroysk met og svam seg til eitt bronsuheiðursmerki.

Ragnvaldur, sum dagliga venur í svimjifelagnum FLOT á Toftum, kappaðist í bólkinum S14, ið er bólkurin fyri tey menningartarnaðu. Fleiri av bestu svimjarnir í heiminum møttust til dyst í Reykjavík, so talan var um eina kapping á hægsta støði.

100 m rygg var fyrsta kappingin, sum Ragnvaldur luttók í. Rygg er ikki tann svimjigreinin, ið Ragnvaldur er sterkastur í, men tó megnaði hann at svimja seg í finaluna og fekk eitt flott 5 pláss við tíðini 1.16,86.

Næsta kappingin var 100 m bringu. Hetta er ein grein, ið honum dámar væl og eisini fingið góð úrslit. Tað vóru teir tríggir, Daniel Pepper (UK), Nicolas Boylan (UK) og Ragnvald Jensen, ið løgdu seg á odda. Leingi stóð á jøvnum, men Pepper hálaði seg skjótt fram um hinar báðar. Nicolas og Ragnvald vóru javnir eftir 50m, men so togaði Nicolas seg framum. Úrslitið gjørdist at Ragnvaldu kom á 3. pláss við tíðini 1.17,20 og setti harvið eitt nýtt føroykst met í greinini. Hann hevur nú lagt seg á eitt 6. pláss á heimsstyrkilistanum í greinini.

Síðsta kappingin hjá Ragnvaldi var 100 m frí. Hetta er altíð ein spennandi og vælumtókt kapping. Fyrst bleiv svomið innleiðandi um morgunin, 8 teir bestu komu víðari í finaluna, sum var um kvøldið. Ragnvald kom í finaluna við 5. bestu tíðini. Hann setti sær fyri at betra um sína tíð í finaluni, og so var. Hann setti enn eitt føroykst met við tíðini 1.00,35, hetta rakk til eitt 4. pláss í finaluni.

 Ragnvaldur er væl nøgdu við síni avrik, men hann vil koma longur fram, og tí fer hann nú heim at venja, so hann kann gerast enn betur :)

Myndir frá kappingini síggjas her