VÆLKOMIN!

11 heiðursmerki til Kristu og Ragnvald í Íslandi

Tveir føroyskir svimjarar hava luttikið í Íslandsmeistarakapping í svimjing fyri fólk við tarni, talan er um Kristu Mørkøre úr Ægir og Ragnvald Jensen úr Havnar Svimjifelag.

Krista Mørkøre vann ikki færri enn 5 gullheiðursmerki og eitt silvur heiðursmerki, umframt hetta setti hon persónlig met í m.a. 50 m frísvimjing, tá hon kom á mál við tíðini 32,47 sek eisini á 100 m teininum í somu grein setti hon persónligt met við tíðini 1min 11,34 sek.

Ragnvaldur stóð seg eisini væl og vann fleiri heiðursmerki 4 silvur og 1 bronsu, men hann megnaði ikki í hesum umfari at seta nakað persónligt met.

Kappingini í Íslandi endaði í gjár,  men Ragnvaldur verður verandi í Íslandi /myfiles/files/Íslandsmót 50m 2012.pdfsaman við venjara sínum, har teir fara á venjingarlegu við Havnar Svimjifelag.

ÍSB ynskir Kristu og Ragnvaldi tillukku við frálíku úrslitunum.

HER síggjast úrslitini frá kappingini