VÆLKOMIN!

15.000 kr til Ragnvald

Ragnvaldur Jensen fekk handað 15.000 kr í stuðli frá Skálavíkar kommunu.  Tað var borgarstjórin, Linjohn Christiansen , ið handaði Ragnvaldi kekkin og eitt blómutyssi.

Linjohn segði m.a., at skálvíkingar, og sandoyingar sum heild, eru sera stolt av Ragnvaldi og teimum úrslitum, hann hevur fingið í svimjikappingum fyri brekað her heima og ikki minst úti í heimi.

“Tú hevur ment teg nógv, síðan tú byrjaði at luttaka í kappingum hjá ÍSB. Nú ert tú ein vaksin maður við sjálvsáliti, og tú ert blivin ein fyrimynd fyri onnur” segði Linjohn í taluni, og endaði við at ynskja Ragnvaldi góða eydnu við kappingunum, sum liggja fyri framman.

Ragnvaldur var, sum vera man, sera stoltur og glaður fyri heiðurin, ið Skálavíkar kommuna sýndi honum og  takkaði Linjohn og øllum í kommununi fyri stuðulin.

Ragnvald Jensen hevur umboðað Føroyar í fleiri altjóða kappingum, har hann hevur staðið seg væl. Um eina viku gongur leiðin til Niðurlond, har Ragnvald fer at luttaka í heimsmeistarakapping í svimjing. Tað er felagsskapurin IPC- International Paralympic Committee, ið skipar fyri kappingini, sum er í døgunum 15. til 21. august í Eindhoven. ÍSB sendir ein svimjara at umboða Føroyar til kappingina. Umframt Ragnvald, verður venjari hansara úr svimjifelagnum Flot, Beinir Danielsen, við á ferðini. Halla Weihe Reinert er ferðaleiðari.

Kelda: sandportal.fo