VÆLKOMIN!

18 Føroysk ítróttarfólk til Special Olympics World Summer Games í Los Angeles

Special Olympics liðið 2015  Leikirnir Special Olympics World Summer Games verða settir 25.juli og halda fram til 2.august.

Hesir leikir verða hildnir 4.hvørt ár, og hesa ferð er Los Angeles vertur fyri leikirnar.

21.-24.juli verða luttakaralondini gestir í ymsum býum í økinum kring Los Angeles. Føroyar verða gestir hjá býnum Santa Clarita. Tá fáa luttakararnir høvi til at læra eitt sindur um vertslandið og til at tillaga seg tann tíðarmun, sum ógvuliga nógv kenna árin av, tá ið tey eru framkomin. Tey fáa eisini høvi til at venja og til at tillaga seg veðurlagið, sum í nógvum førum er øðrvísi enn tað heim.

Special Olympics World Summer Games er størsta ítróttatiltak í heiminum í ár.
•    7000 ítróttafólk verða við
•    3000 venjarar/ leiðarar verða um tey
•    177 lond luttaka
•    25 ítróttagreinir eru umboðaðar

Harumframt verða eini 30.000 sjálvboðin, sum hjálpa til við teimum nógvu uppgávunum, og summi teirra koma eisini úr øðrum londum.

Og væntandi verða eini 500.000 áskoðarar, av teimum eru nógvir familjulimir, sum eisini kunnu vera við í serligari skrá fyri familjur.

Special Olympics er felagsskapur, ið hevur til endamáls gjøgnum ítrótt at virka fyri inklusión, aksept og meðviti fyri fólki við menningartarni.

Felagsskapurin er heimsumfatandi við yvir 5 mill íðkandi í 180 londum, og hetta sæst eisini aftur í luttakaratalinum í leikunum.

Føroyski hópurin er tann størsti nakrantíð við heili 18 ítróttafólkum.

Hetta kemst av, at vit á fyrsta sinni hava umboðan við í fótbólti. FSF hevur valt at stuðla einum 7-a-side liðið á hesi ferðini. Hinar ítróttagreinarnar, sum vit luttaka í, eru svimjing, frælsur ítróttur, bocce og borðtennis.

Allar kappingar innan Special Olympics eru skipaðar soleiðis, at ítróttafólkið í tí, sum kann kallast innleiðandi og er ein divisionering, verða bólkað eftir styrki og førleika. Øll luttaka so í finaluumfari í sínum styrkisbólki.

Allar ítróttagreinirnar ganga eftir somu reglum og reglugerðum, sum annars eru galdandi fyri avvarandi ítróttagrein; bert fá undantøk eru.

Hvørt land fær eitt hjálparfólk, sum kennir málið og viðurskiftini á staðnum, knýtt aftur at bólkinum. Roynt verður altíð at finna onkran, sum dugir málið hjá vitjandi landinum, og vit eru í tí gleðiligi støðu at fáa eina føroyska gentu at hjálpa okkum.

Í Special Olympics høpi verður gjørt nógv fyri at fáa familjurnar hjá teimum íðkandi við í felagsskapin, og nógvir av áskoðarunum eru tá eisini familjulimir hjá ítróttafólkunum. Úr Føroyum verða fleiri foreldur og systkin við, og tey fara at heppa á okkara fólk og luttaka í øðrum tiltøkum ætlað teimum.

Flestu londini hava formann sín við til leikirnar, og eisini vit hava okkara føroyska Special Olympics og ÍSB formann, Jógvan Jensen, við á ferðini.

Sjálvandi ber til hjá fólki heima at fylgja við í leikunum, og hvussu gongst hjá okkara fólki. Hetta kann gerast á heimasíðuni hjá ÍSB www.isb.fo , sum eisini hevur eina face-book síðu, har úrslitini koma skjótari.

Annars ber til at fara beinleiðis á síðuna  www.LA2015.org , og har ber eisini til at síggja setanina 25.juli. Til setanina væntast nógv kend fólk, t.d.verður forsætisfrúan Michelle Obama við.

Uttan góðar stuðlar hevði ikki verið møguligt at luttikið í so stórum tiltaki so langt burturi, tí eru vit í ÍSB sera fegin um allan tann stuðul, vit hava fingið til hesar leikirnar.

Eisini vilja vit nýta høvið at takka venjarum og feløgum ið hava lagt nógva tíð og orku í at venja ítróttarfólkini.