VÆLKOMIN!

2 heiðursmerki til Ragnvald, úr svimjifelagnum FLOT, á RIG

Um vikuskifti var sum kunnugt stór svimjikapping í Reykjavík, har føroyskir svimjarar stóðu seg sera væl. Svimjikappingin var ein partur av Reykjavík International Games 2010. Kappingin varð skipað á tann hátt, at svomið varð innleiðandi fríggjakvøld, leygarmorgun og sunnumorgun. Síðani vóru finalurnar leygarkvøld og sunnukvøld.

Svimjifelagið FLOT hevði tikið 4 svimjarar út til kappingina, og millum teirra var Ragnvald Jensen. Hann luttók í fleiri kappingum móti teimum, ið ikki bera brek. Í greinini 200 m bringu kom hann á 9. pláss, hetta rakk tó ikki til nakað finalupláss, tí 8 teir bestu svimjarnir koma í finaluna. Umframt hetta, luttók hann eisini í  50 og 100 m frí og 100 m bringusvimjing.

Svimjarnir úr FLOT stóðu seg eisini væl og settu persónlig met, so lagið var, sum vera man, gott.

Svimjing fyri brekað var eisini ein partur av kappingini, hesar kappingarnar vóru leygardag og sunnudag seinnapart.

Seinnipartin sunnudagin kappaðist Ragnaldur fyri svimjifelagð sítt, FLOT, móti øðrum svimjarum við breki. Her vann hann eitt gullheiðursmerki í 50 m bringu og silvurheiðursmerki í 100 m frí.

Vit ynskja øllum teimum føroysku svimjararnum tillukku við avbera góðu úrslitunum.