VÆLKOMIN!

35 000 frá stuðlafelagnum

Týskvøldið 24. apríl hevði stuðlafelagið ÍSB aðalfund og í hesum sambandi handaði forkvinnan í felagnum Jógvani Jensen formanni í ÍSB eina stuðulsgávu áljóðandi 35.000 kr.

Egga takkaði fyri stuðulin og segði nøkur orð:

Eins og árini undan vilja vit í nevndini í ÍSB takka tykkum í stuðlafelagnum fyri tann ómetaliga stóra og týdningarmikla stuðul, ið tit hava veitt ÍSB øll hesi árini síðan stuðlafelagið bleiv stovnað. Uttan henda stuðul hevði verið ógvuliga tungt at riki ÍSB, og fíggja tey mongu tiltøkini, sum vit bjóða innan felagsskapin.
ÍSB veksur fyri hvørt ár sum gongur og er tað sjálvandi hugaligt, men tað sum gleðir okkum mest er, at vit nú hava fingið tvey feløg eitt her í Streymoynni, sum eitur Smæran og eitt í Eysturoynni, ið eitur Svanur. Tað er okkara vón, at vit innan stutta tíð kunnu fáa tvey feløg afturat, eitt í Norðoyggjum og eitt í Suðuroy.
Feløgini skipa fyri innanhýsis kappingum í teimum ymisku ítróttagreinunum, meðan ÍSB tekur sær av FM-kappingunum, ið eru í boccia, frælsum ítrótti, borðtennis og svimjing. Eisini tekur ÍSB sær av av øllum landsliðum, sum skulu kappast uttanlands í NM-, EM- og HM-kappingum, Spcial Olympics kappingum og Paralympic, sum verður í London í døgunum 29. August til 9. September.
Tað er okkara vón at vit luttaka við 4 ítróttafólkum til PL, tveimum í svimjing og tveimum í frælsum ítrótti. Í løtuni er bert tann eini, sum hevur klárað kravtíðirnar at luttaka. Men vit vóna at hini koma at klára kravtíðirnar áðrenn 6. August, ið er seinasta freist.
Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí tað krevur, at tey luttaka í altjóða kappingum, ið eru góðkendar av IPC.
Vetrarítróttagreinarnar eru av á hesum sinni, og nú byrja summarítrótturin og Grand Prix-kappingarnar í frælsum ítrótti liggja fyri framman. So gongur slag í slag í alt summar við kappingum á summarstevnum og annað.
Arbeitt verður eisini við at hava ein stóran Special Olympics dag her í Havnini síðst í septembermánað. Á hesum degnum verður møguleiki at luttaka í ymiskum ítróttagreinum, sum eru umboðaðar innan ÍSB.
Sum tit hoyra, so er nógv á skránni í ár. Og eg vil enda við enn einaferð at takka tykkum í nevndini í stuðlafelagnum og tykkum, sum so trúliga hvørt týskvøld- ár út og ár inn- ganga á bingo fyri at stuðla ítróttafelagsskapinum ÍSB. Stóra takk fyri