VÆLKOMIN!

4. pláss til Kristian Martin

Kristian Martin Garðalíð hevur fingið eitt 4. pláss í fimm-kampi í EM í frælsum ítrótti, sum er í Finlandi í hesum døgum.

Sonni Djurhuus, venjari, fegnast um úrslitið og sigur, at tað hevur sum heild gingist væl hjá Kristian Martini í øllum fimm greinunum. Kristian Martin fekk samanlagt 1828 stig.

Kristian Martin skal aftur í eldin sunnudagin, tá hann skal kappast í kúlustoyti.