VÆLKOMIN!

55.000 kr frá stuðlafelagnum

Enn einaferð hava ÍSB-stuðlar handað ÍSB ein kekk. Hesaferð er hann áljóðandi kr 55.000,-

Tað var Magdalena Johannesen, formaður í stuðlafelagnum, ið handaði kekkin, á aðalfundi hjá felagnum 3. mai.  Jógvan Jensen, formaður í ÍSB tók móti kekkinum, hann nýtti høvi at takka fyri stuðulin og tað stóra arbeiðið, ið stuðlafelagið ger og hevur gjørt í mong ár. Hann kunnaði eisini um kappingar og tiltøk, ið liggja fyri framman hjá ÍSB.

Stuðlafelagið ÍSB er eitt tað virknasta stuðlafelagið í landinum. Í mong ár hava tey skipað fyri bingo-spæli. Hvørt týskvøld savnast kvinnur og menn í B36-húsinum til bingo, summi teirra koma enntá langvegis frá. Eisini okkurt ítróttafólk hjá ÍSB er at hóma millum bingo-fólkið.

Umframt bingo, skipar stuðlafelagið á hvørjum ári fyri væl umtóktu jólaveitsluni fyri ítróttafólk, venjarar og leiðarar hjá ÍSB.

Stuðlafelagið er ein av lívæðrunum í virkseminum hjá ÍSB, og í ár hevur felagið 25 ár á baki. Onkur teirra, ið byrjaði arbeiði, hevur lagt frá sær, og Magdalena Johannesen, forkvinna, vónar at fleiri bingo-fólk leggjast afturat, so arbeiði kann halda fram.

Myndir frá aðalfundinum og bingo-spælinum eru at síggja HER