VÆLKOMIN!

7. pláss til Kristian Martin

EM í frælsum ítrótti hevur verið í Kroatia í døgunum 7. til 11. juli. ÍSB sendi Kristian Martin Garðalíð at umboða Føroyar til kappingina. Kristian Martin kappaðist í heptatlon, sum er 5 kampur.

Tann nógvi hitin í Kroatia darvaði avrikið hjá unga føroyinginum, men hann megnaði hóast alt at seta persónlig met í fleiri greinum. Kristian Martin kom á 7. pláss í kappingini og venjari hansara, Sonni Djurhuus, er sum heild væl nøgdur við avrikið hjá Kristian Martini. Talan var um eina kapping á høgum støði, har bestu ítróttafólk við menningartarni í heiminum luttóku. Skal ein luttaka her, má nógv og miðvís venjing til, og tað ásannar Kristian Martin, sum venur í Eysturoynni og í ítróttafelagnum Hvirluni í Havn.

Eini 150 íðkarar vóru við til kappingina, og tað var felagsskapurin INAS-fid, ið skipaði fyri kappingini.