VÆLKOMIN!

Aðalfundur hjá ÍSB

ÍSB hevði aðalfund mikukvøldið 21. mars.Fitt av fólki vóru møtt upp til fundin, sum var í matarhøllini í svimjihøllini.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, og tað vóru Jón á Steig og Johan Samuelsen, báðir blivu afturvaldir. Meibritt Djurhuus, ið hevur sitið í nevndini seinasta árið, hevur valt at trekkja seg, og á fundinum bleiv Sonni Djurhuus valdur í sum nýggjur limur í nevndina. Nevndin er nú mannað við áðurnevndu limum umframt Jógvan Jensen og Elnu Skylv Hansen. ÍSB takkar Meibritt fyri tíðina, hon hevur sitið í nevndini og Sonna tillukku við valinum.

Hans H. Hansen og Bartal Kass blivu afturvaldir sum eykalimir.

Formansfrágreiðingin fyri 2011 er at síggja HER