VÆLKOMIN!

Aðalfundurin

 

Árligi aðalfundurin hjá ÍSB varð hildin í svimjihøllini í Gundadali eftir eina spennandi svimjikapping um føroyameistaraheitið. Napoleon Nolsoy var valdur som orðstýrari. Á skránni vórðu vanligu punktini, so sum formansfrágreiðingin, og roknskapur. Undir innkomin mál var komið eitt uppskot um lógarbroyting, og varð hon samtykt. Egga Jensen, formaður, stóð fyri valið, og varð hann afturvaldur til komandi skeið. Sambært dagførdu lógina, skuldu tveir nevndarlimir veljast inn í nevndina. Tvey vóru uppskotini, Elna Skylv Hansen og Hans Harryson Hansen. Tey blivu bæði vald inn. Eisini skuldu tveir eykalimir veljast inn, um so at onkur í nevndini av onkrari orsøk ikki kann halda áfram. Uppskotini vóru Meibritt Djurhuus og Bartal Kass og vórðu tey vald.

Formansfrágreiðingin kann lesast her: TRÝST HER!