Áki er norðurlenskur meistari
Í dag eydnaðist tað Áka Joensen at gerast norðlenskur meistari í boccia. Hann vann sannførandi 8-0 í finaluni.
Hinir føroysku spælararnir hava eisini spælt í dag, men teir megnaðu ikki at spæla seg víðari í nakra finalu. Í morgin vera liðkappingar á skránni, har Føroyar luttaka við einum liði.
Tað eydnaðist ikki hjá føroyska liðnum at spæla seg í nakra finalu, tó fekk Áki eitt annað pláss í liðkappingini. Hann spældi á liði saman við einum spælara úr Svøríki.
Myndir frá kappingini er at síggja HER










