VÆLKOMIN!

Áki nr 2. í norðurlondum

Áki Joensen hevur í vikuskiftinum luttikið í stórari norðurlendskari kapping í Boccia.

Áki gjørdist nr. 2 í sínum bólki og fekk harvið silvurheiðursmerki.

Áki spældi tríggjar dystir, og vóru úrslitini soleiðis: 5-1 ímóti Noregi, 12-0 ímóti Finlandi.

Í finaluni spældi Áki ímóti einum svia, og tapti hann tepurt 2-5

 Áki er vælnøgdur við síni úrslit, og er nú vónin at savna sær nógv stig fyri at koma upp eftir ranking listanum hjá BIS-fed ið er altjóða sambandið fyri Boccia á elitustøði.

Vit ynskja Áka hjartaliga tillukku við silvurheiðursmerkinum.


Á myndini er Áki saman við hjálpara sínum Anne-Cathrin