VÆLKOMIN!

Áki til Evropacup í Norra

Um vikuskiftið verður Evropacup í boccia, kappingini verður i Hamar. Fyri Føroyar luttekur Áki Joensen, og hann spælir í bólkinum BC3. Bocciaspælarar verða bólkaðir alt eftir breki, og teir kappast í fýra ymiskum bólkum.

Áki hevur vant nógv til hesa kapping, og hann vónar at fáa eitt gott úrslit. Talan er  um eina kapping á høgum støði, tí um eitt ár vera Paralympisku Leikirnir (PL), og kappingin Hamar er ein liður í fyrireikingunum til stóru leikirnir. Spælarar hava møguleika at ogna sær stig, so tey kunnu røkka PL-krøvunum.

Úrslitini frá kappingini koma á heimasíðuna hjá ÍSB.