VÆLKOMIN!

Áki til World Cup

Áki Joensen hevur luttikið í World Cup í boccia í Írlandi. Talan var um eina harða kapping við bestu boccia-spælararum í heiminum.

Í innleiðandi umfarinum vann Áki ein av trimum dystum. Tað var bara ein, sum kom víðari - Spaniólin. Ein sviði var eisini í bólkinum hjá Áka, men tað eydnaðist ikki Áka at vinna á honum í Írlandi, hóast hann áður hevur vunnið á honum í kappingum í Danmark.

Marjun í Jákupsstovu, venjari er væl nøgd við kappinginia, hóast Áki ikki spældi seg víðari til endaspælið.

Áki býr í Danmark og venur eisini har. Í vetur fer hann m.a. á venjingarlegu saman við dønum umframt at hann luttekur í kappingunum har.

Myndir frá kappingini í Írlandi eru at síggja HER