VÆLKOMIN!

Altjóða handikapdagur

Innbjóðing til altjóða handikapdagin

Tað hevði glett okkum, um tú vildu hátíðarhalda altjóða handikapdagin saman við okkum í Løkshøll 3. desember 2011. Vit halda, at tað er alneyðugt at varpa ljós á viðurskiftini hjá teimum, ið bera brek. Vit fegnast um allir batar, sum verða gjørdir, - men vit vita eisini, at enn er langt á mál.

Vit bjóða tær sera áhugaverdir fyrilestrar, tónleik og eitt gevandi orðaskifti. Tiltakið er ókeypis.                   

Kl. 14.30         Kaffi & bókasøla: Tey bæði - trúfesti og fullkomin friður. Hanus Samró

Kl. 15.00       Barbara á Tjaldrafløtti: Vælkomin og stutt framløga av handikapsáttmálanum á lættlisnum máli.

Kl. 15.05         Annika Olsen, landsstýriskvinna setur dagin

Kl. 15.15         Tóra við Keldu: Hvat var tað eg gjørdi?

KL. 15.40         Tónleikur: Kristina Bærendsen & Beddi

Steðgur            Kaffi, køkur og frukt (ókeypis)

Kl. 16.20         Lisbeth Zornig Andersen: Arbeiðsmarknaður og brek

Kl. 17.00       Orðstýrarin tekur samanum og setur spurningar

Kl. 17.20         Leila Solmunde: Endar dagin

Orðstýrari:  Jón Brian Hvidtfelt

Teknmálstulkar eru við til fundin

 

Vinarliga

Almannamálaráðið

Ráðið fyri brekað

Meginfelag teirra Brekaðu