VÆLKOMIN!

Árið, ið fór hjá ÍSB

Ítróttasamband fyri brekað kann líta aftur á eitt ár við nógvum ymiskum kappingum og ítróttatiltøkum. Fyrsta tiltakið í 2011 var ein kunningar- og kjakfundur, sum ráðið fyri brekað skipaði fyri í miðlahúsinum.  Endamálið við fundininum var at fáa gevandi orðaskifti, ið varpar ljós á spurningin um, hvørjir møguleikar eru á ítróttarøkinum fyri tey, ið bera brek, og í hvønn mun handikapsáttmálin er farin at virka. Ráðið kundi eftir fundin staðfesta at umstøðurnar hjá fólki við breki eru rímiliga góðar innan ítróttaøkið.

Fleiri kappingar hava verið í ítróttagreinunum boccia, frælsum ítrótti, borðtennis og svimjing. Um mánaðarskiftið mars /apríl í farna ári vóru árligu FM-kappingarnar í ítróttagreinunum. Tórður Hjalt Jacobsen úr ítróttafelagnum Svani gjørdist føroyameistari í borðtennis. Til stóru FM-kappingina í boccia, sum var í Klaksvík, var tað Marius Johansen úr ítróttafelagnum Smæruni, ið gjørdist vinnari í bólkinum rørslutarnað, og René Thomsen úr Svani vann føroyameistaraheitið í bólkinum spælarar við menningartarni.

Veðrið var av tí allar fagrasta tá FM-kappingini í frælsum ítrótti var á Tórsbreyt 10. Juni. Nógv ítróttafólk í øllum aldri luttóku í kappingini og úrslitini vóru góð. Kvikastu rennarnir vóru Júst í Túni (Svanur) og Kristian Martin Garðalíð (Svanur) hjá monnunum og Meiken Olsen (Smæran) og Rannvá Strøm (Smæran) hjá kvinnunum.

Svimjararnir sluppu eisini at royna seg í fleiri kappingum í farna ár. Í novebermánaði var árliga jólakappingin í Klaksvík, har eini 30 svimjarar luttóku í 15 ymiskum kappingum. Krista Mørkøre, sum venur við svimjifelagnum Ægir í Klaksvík, vann flest heiðursmerki hjá gentunum. Royndi svimjarin Ragnvald Jensen vann eisini fleiri kappingar. Umframt tey royndu, so vóru fleiri ungir svimjarar við, ein teirra er Jacek í Lágabø, ið venur við SuSvim, hann stóð seg sera væl og vann fleiri heiðursmerki.

Tað er vorðin ein fastur táttur at skipa fyri kappingum á summarstevnunum, ið eru kring landið. Á Jóansøku vóru kappingar í boccia og svimjing. Eisini ítróttafeløgini Svanur og Smæran skipaðu fyri boccia-kappingum á Varmakeldu, Eystanstevnu og á Ólavsøku.

Onnur tiltøk hava eisini verið á skránni, Í suðri var ein ítróttadagur í februar og í september skipaði ÍSB og Sernám fyri einum rørslu- og ítróttadegi fyri blind og sjónveik, hesin dagurin var í skúlanum á Toftum. Endamálið við einum tílíkum degi er vísa á ítrótta- og venjingarmøguleikar  til fólk, ið bera brek. Eisini samstarvaðu vit við Javna um ársins kulasta rørsludag í Klaksvík og við heilafelagið um ein ítrótta- og rørsludag í september.

Í oktober fingu vit forkunnuga vitjan av dananum René Thomsen, hann var í Føroyum í samband við 30 ára haldið hjá MBF, og í hesum sambandi skipaðu vit fyri einum venjingartíma í frælsum ítrótti, har René gav íblástur til okkara ítróttafólk. René hevur luttikið og vunnið heiðursmerki á Paralympisku Leikunum í Sidney og Athen.

Føroysk ítróttafólk, ið bera brek, hava eisini gjørt um seg á altjóða pallinum. Ragnvald Jensen vann bronsuheiðursmerki EM í svimjing fyri fólk við tarni, sum var í Berlin fyrst í juli mánað. Umframt Ragnvald luttók Krista Mørkøre eisini í kappingini, hóast sín unga aldur, hon setti fleiri persónlig met í kappingini.

Racerunning er nýggjast ítróttagreinini hjá okkum og í summar luttóku Martin Johannesen og Heðin Midjord í eini kapping í Danmark. Teir stóðu seg sera væl og vunnu fleiri heiðursmerki. Í Føroyum eru eisini kappingar í racerunning, og er partur av ítróttagreinini frælsum ítrótti.

Nord-HIF, sum er norðlendskt samband fyri handikapítrótt, skipar annaðhvørt ár fyri eini barna- og ungdómslegu. Vit luttóku við sjey ungum úr Føroyum. Endamálið við leguni er at koma saman tvørtur um málslig og mentanarlig mørk. Tað hevur víst seg á øðrum legum, at henda samvera millum tey ungu hevur ment mangan teirra, soleiðis at tey halda fram við ítróttavenjingum, tá tey koma heim aftur.

Bocciaspælarar hava eisini roynt seg í altjóða kappingum. Áki Joensen hevur  luttikið í Europa-cup í boccia, hann stóð seg væl,  men megnaði ikki at spæla seg til endaspælið í kappingini.

Special Olympics World Games í Athen var stórst ítróttatiltak í heiminum í farna ár. 12 ítróttafólk umboðaðu Føroyar til leikirnar, og tey stóðu seg væl í kappingini og vunnu ikki minni enn 13 heiðursmerki á leikunum, 5 gull, 3 silvur og 5 bronsu.  Tey luttóku í boccia, frælsum ítrótti og svimjing.

Fyri framman liggur eitt nýtt ár við spennandi avbjóðingum, við kappingum og ítrótta-og venjingardøgum.  Stórsta tiltakið komandi ár verður ivaleyst Paralympisku Leikirnir (PL) í London og vit fegnast um at kunna senda ítróttfólk at umboða Føroyar til hesar leikir, sum hægsta støðið ein kann kappast á, um ein ber brek.

ÍSB vil nýta høvi at ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár við tøkk fyri tað farna.