VÆLKOMIN!

Árið, ið fór

Ítróttaárið 2010 var eitt gott ár fyri føroysk ítróttafólk. Umframt dagligu venjingarnar í feløgunum og í kvøldskúlunum kring landið, vóru fleiri kappingar á skránni.

 Í 2010 fingu vit eisini góð úrslit á altjóða pallinum, Áki gjørdist norðurlendskur meistari í boccia, og ung føroysk ítróttafólk vunnu heiðursmerki í m.a. German Open í svimjing og Special Olympics European Games.

2010 var eisini árið, har vit kundu halda 30 áradagin hjá sersambandinum. Í hesum sambandi høvdu vit fingið forkunnuga vitjan, Sir Philip Craven, forseti í IPC- International Paralympic Committee, vitjaði klettar okkara og luttók í hátíðarhaldinum.

Hetta og nógva annað ber til at lesa meir um í frágreiðingini fyri 2010, sum sæst her: http://www.isb.fo/myfiles/files/itr2010.pdf