VÆLKOMIN!

Ársins Jólaveitsla

 Árliga jólaveitslan, sum Stuðlafelagið hjá ÍSB skipar fyri, var hósdagin, 13. desember. Sum vanligt, høvdu yvir 100 fólk teknað seg. Hetta gjørdist eitt sera hugnaligt kvøld við góðum mati, ísi omaná, tónleiki, undirhaldi og dansi um jólatræið. Tað er fasta manningin, ið stendur fyri tónleikinum og undirhaldið verður skipað av Bergi Jensen. Sum vanligt vóru talur, sangir og stuttligar søgur sagdar. Egga Jensen, formaður ÍSB, takkaði at enda øllum fyri luttøku og ikki minst Stuðlafelagnum við Magdalenu Johannesen á odda. Uttan Stuðlafelagið var eingin veitsla.

 
Hjartaliga tøkk – og Gleðilig jól, takk fyri farna árið við vón um eitt hendingaríkt og spennandi 2013.
 
Nevndin hjá ÍSB