VÆLKOMIN!

Ársins kulasti rørsludagur i Klaksvík

Mándagin 12. Septembur skipaði Javni og ÍSB fyri ársins kulasta rørsludegi.

Fyri tíð síðan settu vit okkum í samband við Klaksvíkar býráð at spyrja um tiltakið kundi haldast í Klaksvík. Og tað var gaman í, býráðið og ítróttafelagið Treysti stóðu fyri fyrireikingunum av tiltakinum, og alt eydnaðist sera væl, sjálvt um veðrið var heldur ivasamt.

Gunnvá við Keldu, borgarstjóri, setti tiltakið og Finn Johannesen stóð fyri upphitingini, og talan eina góða og stuttliga upphiting, og so fóru vit í gongd við at renna og/ella ganga teinin, ið fólk frá Treystinum høvdu merkt upp.

Økisnevndin hjá Javna í Norðoyggjum høvdu skorið frukt til øll, ið luttóku í renningini, og Sportmaster í Klaksvík bjóðaði vatn.

Tað kom sera væl við, at EIK bjóðaði okkum inn í teirra hølir eftir renningina, og har fingu øll eitt skreytblað, sum varð undirskrivað av Gunnvu við Keldu og Auðunn Jóhannes Konráðsson, býráðslimi.

Vit í Javna og ÍSB eru sera væl nøgd við tiltakið: Takk til tykkum, sum møttu upp og sett dám á tiltakið. Eisini takk til Klaksvíkar kommunu, Treysti og Guttorm Sørensen, Finn Johannesen, Sportmaster í Klaksvík, EIK í Klaksvík og økisnevndina hjá Javna.

Myndir frá degnum, ið Norðlýsið hevur tikið, síggjast HER