VÆLKOMIN!

At gloyma seg sjálvan

Tað er stuttligt at íðka ítrótt, bæði í spæli og til kappingar.Flest øll hava roynt hetta í stytri ella longri tíðarskeiðum. Tað eru serliga børn og ung, ið luttaka í ítrótti og kappingum, men tó so, alsamt fleiri eru aktiv inn ítrótt og rørslu alt lívið.

Hjá teimum, ið bera brek, er hetta ikki ein sjálvfylgja! Tey møta fleiri avbjóðingum í hvønndegnum. Tað veri seg í barnagarði, skúla, arbeiði, frítíðarvirksemi, ferðsluni o.s.v. Og tað kann vera torført at síggja møguleikar har fleiri avmarkingar eru.

Men ítrótturin kann fáa okkum at gloyma okkum sjálvi! Í ítrótti og spæli, sum er tillagað, gloyma vit okkara tarn, og konsentrera okkum í staðin um teir møguleikar vit hava. Á henda hátt kann ítróttur vera við til at styrkja bæði kropp og sjálvsálit.

Í Føroyum eru fleiri ítrótta- og venjingartilboð til fólk við breki. Feløgini Svanur og Smæran, sum búleikast í ávikavist á Skálafjørðinum og í Havn, skipa fyri kappingum og tiltøkum. Harafturat bjóða kvøldskúlar kring landið venjingartilboð til fólk við tarni.

Fólk við áhuga, kunnu seta seg í samband við ÍSB til 31 75 79. Eisini ber til at vitja heimasíðurnar hjá feløgunum:

http://www.svanur.fo/

http://www.smaeran.net/