VÆLKOMIN!

At seta sær mál

ÍSB hevur skipað fyri skeiði í vikuskiftinum. Skeiðið var fyrst og fremst fyri okkara venjarum, men eisini onnur, við tilknýti til fólk við breki, vóru við á skeiðnum.

Gott 20 luttakarar møttu upp, og tað var danin Ulrik Balle, ið helt skeiðið fyri okkum í ÍSF-húsinum í Gundadali. Hann legði m.a. dent á, at tað er umráandi at seta sær mál, og her hevur ítrótturin nakað at læra okkum, segði hann. Á skeiðnum vóru eisini ymiskar praktiskar venjingar, har luttakararnir arbeiddu saman fyri at loysa uppgávuna. Skeiðið byrjaði kl 13.00 var liðugt kl 19.00.

Fólk vóru væl nøgd við skeiðið og vónandi kunnu vit í framtíðini bjóða fleiri skeið fram til okkara venjarar og onnur við áhuga. 

Myndir eru at síggja HER