VÆLKOMIN!

Avbera gott úrslit hjá Kristu

Sjøtul er settur á stóru svimjikappingina í Berlin. Krista hevur luttikið í síni fyrstu kapping, sum er 50 m frísvimjing. Stórur spenningur var undan kappingini, um Krista fór at klára kravtíðina til EM í svimjing, sum verður komandi summar. Og tað eydnaðist henni, hon kom á mál við tíðini 0.35,11 sek. Kravtíðin er 35,63 sek, so talan var um eitt avbera gott avrik hjá 12 ára gomlu Kristu.

Tíðin hjá Kristu rakk til eitt bronsuheiðursmerki í ungdómsbólkinum og eitt 9. pláss í opnum bólki og talan er eisini um eitt persónligt met á langbana. Vit ynskja Kristu til lukku við frálíka úrslitinum.

Kappingarnar halda fram í morgin, og tá skal Krista kappast í 100 m frísvimjing, 50 m firvald og 200 m bringusvimjing.