VÆLKOMIN!

Avtalan við Hotel Hafnia er longd

Hotel Hafnia og ÍSB undirskrivaðu eina stuðulsavtalu á vári 2010. ÍSB gleðist um, at avtalan nú er longd.

Tað var  Osmund Justinussen og Jógvan Jensen, formaður í ÍSB, ið undirskrivaðu avtaluna í gjár.

Á fundinum varð tosað um ítróttatiltøk í farna ári, og Jógvan greiddi frá framtíðarætlanum hjá sersambandinum. Hann nýtti eisini høvið at takka fyri stuðulin, sum er við til at leggja lunnar undir ítrótti fyri brekað í Føroyum.