VÆLKOMIN!

Avtalan við LÍV er longd

Tað er við gleði, at vit kunnu upplýsa okkara íðkandi, venjarum og øðrum, at Føroya Lívstrygging heldur fram sum høvuðsstuðul hjá ÍSB.

Samstarvið við LÍV hevur, eftir hondini, fleiri ár á baki. ÍSB hevur hesi árini víðkað um ítróttatilboðini til fólk við breki, og vit gleðast um at henda gongdin kann halda fram.

Vit takka Føroya Lívstrygging fyri stuðulin.