VÆLKOMIN!

Barna- og ungdómsdagurin 2009

Leygardagin 26. September, verður árligi barna- og ungdómsdagurin. Í ár verður tiltakið í nýggja skúlanum á Toftum

Hesin dagur ber dám av ítrótti sum ítriv. Her fáa børn og ung, ið bera brek, høvi at hittast og íðka ítrótt. Tey ungu spæla saman og skipað verður fyri smærri kappingum o.t. Eisini sleppa tey at royna boccia, ið serliga er ætlað fólki, ið bera brek. Høvi verður hjá foreldrum at hoyra meira um tilboð, sum ÍSB hevur til børn og ung.

Barna- og ungdómsdagurin er ætlaður at eggja teimum ungu at halda fram við ítrótti. Og tað er gleðiligt, at fleiri av teimum halda áfram við venjingum og luttaka í kappingum, sum ÍSB skipar fyri.

Vit vóna at tit fara at taka væl undir við hesum tiltaki, og at øll fara at fáa ein góðan, virknan og hugnaligan dag saman.

Dagurin byrjar kl 11.00 og endar kl 14.00.

Tilmelding á tlf 31 75 79 ella isb@isb.fo

Sí myndarøð frá Barna- og ungdómsdegnum 2008 her