Barna- og ungdómsdagurin
Leygardagin 26 september bjóðar ÍSB øllum børnum og ungum, ið bera brek, og foreldrum teirra til ein ítróttadag.
Dagurin verður hildin á Toftum. Tey ungu sleppa at royna seg í ymiskum ítróttagreinum og spølum. Ein aktuellur fyrlestur verður fyri foreldunum.
Tiltakið, ið er frá 11.00 til 13.00, verður í Tofta Skúla
Seti kross í kalendarin henda dagin og sigi øðrum frá degnum. Neyðugt verður við tilmelding, hetta frætta tit nærri um seinni.










