VÆLKOMIN!

Boccia á Eiði

Hvønn týsdag eru Martin Kristoffer og Allan av Eiði til venjing. Tað er fimleikahøllin á Eiði, ið er karmur um venjingina í boccia. Marjun í Jákupsstovu er venjari. Hon hevur drúgvar royndir sum bæði venjari og dómari innan ítrótt fyri brekað.

Teir báðir, Martin Kristoffer og Allan dáma væl at spæla boccia, og gleða seg til næstu kapping. –“Men vit mugu venja”, siga teir báðir, “tí kappingin er hørð”.

Teir hava áður luttikið í kappingum hjá ÍSB, og væl hevur gingist.

Í næstum sleppa teir so aftur at royna seg móti øðrum boccia-spælarum í Føroyum, tí  leygardagin 27 mars verður FM-kappingin í boccia í Runavík.

Martin Kristoffer fer eisini at luttaka í NM í boccia. Kappingin verður í døgunum 14. til 16. mai í Danmark, har 6 føroyskir bocciaspælarar fara at umboða Føroyar.

Vit ynskja Martin Kristofferi og Allani góða eydnu við venjingini og kappingunum, ið liggja fyri framman.

Myndir frá venjingini eru at síggja her