VÆLKOMIN!

Boccia á mentanarvikuni í Runavík

Ítróttafelagið Svanur hevur skipað fyri boccia-kapping í samband við mentanarvikuna í Runavík. 

Tórður H. Jacobsen gjørdist vinnari av kappingini, og Valdemar Dam vann silvur. Ann í Puntabyrgi kom á triðja pláss og fekk bronsu.

Svanur sigur á heimasíðuni, at nógv fólk vóru møtt upp til kappingina, sum var í skúlanum við Løkin.