VÆLKOMIN!

Boccia fyri Haiti

Leygardagin 27 mars verður skipað fyri Haitirenning. Renningin hevur til endamáls at samla pening inn til neyðstødd í Haiti. Tað er Reyði Krossur Føroya, ið  skipar fyri tiltakinum.

Vit heita á ítróttafólk okkara at stuðla tiltakinum. Men hetta verður trupult hjá nógvum, tí stóra FM-kappingin í boccia verður henda dagin.

Men nú kunnu vit eisini verða við at stuðla!

Avtala er gjørd við Reyða kross, at ÍSB hevur BOCCIA FYRI HAITI, leygardagin 27 mars.

Vit vilja tí heita á luttakarar, ið vilja stuðla tiltakinum, at flyta 150 kr (ella aðra upphædd) á konta hjá Haiti-renningini í Føroya Banka. Viðmerkið Boccia fyri Haiti

Vit síggjast í ítróttahøllini í Runavík, leygardagin 27. Mars kl 13.00.