VÆLKOMIN!

Bocciakapping hjá ÍSB

Leygardagin, 8. desember skipaði ÍSB saman við landsliðsvenjarunum, Dan Lamhauge og Jóan Peturi Joensen fyri bocciakapping í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Sum nú er, eru tvey feløg í Føroyum, sum hava boccia sum ítróttagrein. Tað eru Smæran úr Havn við Sofusi Olsen sum formanni og Svanur úr Eysturoynni við Hedriki Olsen sum formanni. Fólk úr hesum feløgum eru altíð fús við eini hjálpandi hond. Limir í Lions eru nærum fastir dómarar eftirhondini og tað er gleðiligt. Harafturat hava kvøldskúlarnir kring landið tilboð til fólk at ganga til boccia.

Til hesa kappingina vóru 28 luttakarar og hesi vóru úrslitini:

Í bólkinum fyri fólk við rørslutarni:

Gull                 Marius Johansen

Silvur              Petur Martin Sivertsen

Bronsa           Jóa Ziska

 

Marius og Jóa hava verið við í mong ár og vant regliliga. Teir hava eisini umboðað Føroyar til kappingar uttanlands við stundum góðum úrslitum. Petur Martin er komin við fyri stuttum og hann megnaði at vinna silvur. Gott er, at fleiri fólk koma við til mongu kappingarnar, ið eru á skránni.





Frá vinstru: Jóa Ziska, Marius Johansen og Petur Martin Sivertsen

 

Í bólki 2, Kvinnur við menningartarni:

Gull: Unn Mortensen, Smæran

Silvur: Joanna J. Poulsen, Svanur

Bronsa: Meiken S. Olsen, Smæran

 





Frá vinstru: Meiken S. Olsen, Unn Mortensen og Joanna J. Poulsen

Hesar tríggjar hava allar luttikið í kappingum rættiliga leingi og fingið góð úrslit eisini. Meiken og Unn venja í Smæruni og Joanna venur í Svani.

 

Í bólki 2, Menn við menningartarni.

Gull: Valdemar Dam

Silvur: Tórður Hjalt Jacobsen

Bronsa: Elvin Weihe

 





Frá vinstru: Tórður Hjalt Jacobsen, Valdemar Dam og Elvin Weihe.

Hesir tríggir eru kendir, teir sera aktivir í ymsum ítróttagreinum. Teir hava eisini fingið góð úrslit áður.

ÍSB vil takka luttakarum, áskoðarum og ikki minst dómarum og hjálparfólkum fyri teirra leiklut. Eisini fara vit at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við góðu úrslitunum. Vónandi verða enn fleiri við til komandi kappingar.