VÆLKOMIN!

Borðtennis og svimjing

Í farnu viku skipaði ÍSB fyri jólakapping í borðtennis og svimjing. Luttakarar úr ítróttafeløgunum Svani og Smæruni kappaðust um heiðursplássini í borðtenniskappingini á Læraraskúlanum og í svimjihøllini í Klaksvík.

Vinnarin í borðtenniskappingini gjørdist Tórður Hjalt Jacobsen, og Kristian Martin Garðalíð fekk silvur. Triðjaplássið fór til Rúna Jacobsen og Ísak Hansen báðir úr ítróttafelagnum Smæruni.

Tórður og Kristian Martin venja báðir við borðtennisfelagnum Nykur á Toftum, meðan Rúni og Ísakur ganga til borðtennis í Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla.

HER síggjast myndir frá kappingini.

Kappingin í svimjing er skipað nakað øðrvísi enn vit kenna frá øðrum kappingum. Hvørt heat er beinleiðis finala og heiðursmerki verða latin til nr 1, 2 og 3 í hvørjum heati. Svimjarar á 4. 5. og 6. plássi fáa eitt ÍSB-heiðursband. Hetta er ein skipan, sum er í tráð við kappingarreglarnar hjá Special Olympics.

15 kappingar vóru á skránni og HER síggjast úrslitini frá kappingini.

Myndir frá kappingini eru at síggja HER