VÆLKOMIN!

Borðtenniskapping hjá ÍSB

Hósdagin, 6. desember skipaði ÍSB fyri borðtenniskapping. Hetta er mestsum ein innanhýsis kapping, sum Jóhan T. Lervig og Hans Fróði Jensen, venjarar skipa fyri á hvørjum ári.  Hetta eru fólk, sum vanliga venja í Tórshavnar Kvøldskúla. Luttakarar vóru úr felagnum Svanur í Eysturoynni og úr felagnum Svanur í Havn.


Úrslit:

Ísak Hansen gjørdist nr. 1 við 8 stigum - Svanur

Elvin Weihe gjørdist nr. 2 við 6 stigum - Svanur

Heri Høj gjørdist nr. 3 við 4 stigum - Smæran





Frá vinstru: Theodor Esmar Hansen, Valdemar Dam, Elvin Weihe bronsu, Ísak Hansen gull og Heri Høj silvur.