VÆLKOMIN!

Børn og ung røra seg

Leygardagin skipaði ÍSB og Sernám fyri einum barna- og ungdómsdegi fyri blind og sjónveik á Toftum.

Tiltakið byrjaði kl 12.00 við upphiting og smáspølum. Børn, foreldur og systkin stuttleikaðu sær saman við ymiskum venjingum; har vóru m.a. javnvágs- og strykivenjingar. Síðan fóru vit undir at spæla showdown og goalball, ið eru spøl serliga ætlað blindum og sjónveikum, spølini vóru væl umtókt. 

Showdown er eitt nýtt spæl í Føroyum: Eitt serligt borð verður brúkt til spælið. Spælararnir hava hvør sítt batt at sláa bóltin við, og standa við hvør sín enda á borðinum. Teir skulu verja sítt mál, samstundis sum teir skulu royna at sláa borðtennisbóltin í málið hjá mótpartinum. Klokkir eru í bóltinum so spælararnir, ið ikki síggja, hoyra hvar bólturin er.  

Eftir ein góðan tíma við spølum, rørslu og ítrótti fingu øll okkurt drekkandi og okkurt til matna, og kunnað varð um venjingar- og ítróttamøguleikar í Føroyum, sum feløg og sersamband skipa fyri. Tiltakið endaði við einum áhugaverdum og viðkomandi fyrilestri við Tóru við Keldu. Hon tosaði um sínar royndir sum ítróttafólk og um avbjóðingar og møguleikar, ið fólk við breki hava -eisini innan ítróttaheimin.

Tiltakið í skúlanum á Toftum endaði kl 15.00 og tað er okkara vón, at vit í framtíðini kunnu skipa fyri fleiri venjingum og kappingum fyri børnum og ungum, ið eru blind ella sjónveik.

Myndir frá tiltakinum síggjast við at trýsta HER