VÆLKOMIN!

Børn og ung stuttleikaðu sær í Klaksvík

Leygardagin 11. september skipaði ítróttanevndin hjá ÍSB fyri árliga barna-og ungdómsdegnum. Tiltakið var í skúlanum við Ósánna í Klaksvík, og eini 20 børn og ung møttu upp.

Tey ungu hildu til í fimleikahøllini, meðan foreldur, stuðlar og onnur við áhuga vóru til fyrilestur. Tað var Tóra við Keldu, sum helt fyrilesturin. Hon tók støði í sínum egna lívi og tosaði um áðgóðan við ítrótti og rørslu -eisini um ein ber brek. Tóra hevur verið svimjari, hon hevur m.a. luttikið og vunnið heiðursmerki í Paralympisku leikunum og øðrum altjóða kappingum. Eftir ein sera áhugaverdan fyrilestur, fingu foreldrini høvi  at tosa saman. Tey fingu eisini kunning um venjingar og kappingar, sum ÍSB og feløgini skipa fyri.

Í fimleikahøllini var nógv á skránni. Luttakararnir fingu høvi at royna seg í bowling, stavbólti, ymsikum stafettum og bóltakríggi. Tey høvdu tað stuttligt og dugdu at hugna sær saman, og til tíðir var spenningur í luftini, tá tvey lið kappaðust. Børnini fingu frukt og vatn og tað kom væl við, tí tey vóru troytt men tó væl fyri eftir ein virknan dag. Síðst á skránni var boccia fyri foreldur og børn. Og áðrenn tey takkaðu fyri seg, fingu øll eitt diplom heim við.

Ítróttanevndin er mannað av Wenzel Olsen, Sámal Eyðfinn Akursmørk og Randi Dahl Olsen er nýggj í nevndini. Tey hava skipað fyri fleiri barnadøgum kring landið, sum hava eydnast væl.Endamálið  er m.a. at upplýsa um venjingar- og kappingarmøguleikar hjá børnum og ungum við tarni. Tað er gleðiligt, at vit síggja fleiri luttakarar aftur til venjingar og kappingar, sum ÍSB og feløgini skipa fyri. Nevndin hevur ikki tikið støðu til, um barna- og ungdómstiltakið verður aftur á skránni komandi ár, ella um skipað verður fyri einum øðrvísi tiltaki. Men hetta verður meira at frætta um seinni.

Myndir frá ítróttadegnum í Klaksvík eru at síggja her