VÆLKOMIN!

Brakandi fyrilestur á altjóða handikapdegnum

-Soleiðis skrivar Ráðið fyri brekað á heimasíðu síni um fyrlesturin, ið Tóra við Keldu helt í samband við altjóða handikapdagin 3 september.

Ráðið skrivar víðari á heimasíðuni:

"Tóra við Keldu helt ein brakandi fyrilestur til altjóða handikapdagin, sum varð hildin í Løkshøll leygardagin 3. desember. Tóra legði dent á, at umráðandi er at skilja hvønn annan, at tillaga umstøðurnar til tann einstaka, og at geva øllum møguleika at spíra og mennast. 

Tóra tók støði í sær sjálvari, og vísti á allar teir møguleikar, hon hevði havt, eitt nú við at luttaka vegna ÍSB í altjóða svimjikappingum. - Hesar upplivingar hevði eg ikki vilja veri fyri uttan, segði Tóra við Keldu.

Hetta var fyrstu ferð, at altjóða handikapdagurin alment var hildin. Dagurin verður uttan iva settur aftur á skrá komandi ár. Hetta tí tað er alneyðugt, at varpa ljós á umstøðurnar hjá teimum, sum bera brek. Ofta eru tey fyri vanbýti, og hesum vilja vit byrgja fyri."