VÆLKOMIN!

Bronsu til Ragnvald í EM kappingini

ÍSB hevur sent tveir føroyskir svimjarar at luttaka í evropameistarakapping í svimjing fyri fólk við tarni, talan er um Kristu Mørkøre og Ragnvald Jensen

Og seinnapartin í dag eydnaðist tað Ragnvaldi Jensen at vinna eitt bronsuheiðursmerki í stóru evropameistarkapping . Hetta var í greinini 100 m bringusvimjing

 Í innleiðandi riðlunum í morgun kom Ragnvaldur á mál við tíðini 1. 15,84 sek, og tað rakk til eitt finalupláss seinnapartin.  Í finaluni  var rættiliga stórur spenningur um triðja plássið, men tá av tornaði,  kom Ragnvaldur á mál við tíðini 1.13,84, og íslendingurin Jón Margeir Sverrisson kom á fjórða pláss við tíðini 1.13,92. Marc Evers úr Niðurlondum vann kappingina við tíðini 1.09,62.

Umframt bronsuheiðursmerkið setti Ragnvaldur eisini persónligt met, tá hann í finaluni tók heili 4 sek av síni tilmeldingartíð. Ragnvaldur kappast í bólkinum S14, ið er bólkur teirra við menningartarni.

 12 ára gamal Krista Mørkøre svimur í bólkinum S10, ið er ein bólkur fyri teirra við rørslutarni. Krista, sum er yngsti svimjari í kappingini,hevur staðið seg væl, hon setti eisini persónligt met, og tað var í greinini  50 m frísvimjing,  tíðin hjá Kristu var 34,64 sek.  

Tað krevur nógva og harða venjing fyri at náa kravtíðirnar til eitt evropameistaraskap, Krista og Ragnvald hava eisini  vant nógv og miðvíst fram til kappingina, Krista í svimjifelagnum Ægir og Ragnvaldur í svimjifelagnum Flot.

Vit ynskja teimum tillukku við frálíku avrikunum í Berlin´.