VÆLKOMIN!

Bronsu til Ragnvald í FM-kappingini hjá SSF

Ragnvaldur Jensen, úr svimjifelagnum FLOT á Toftum, hevur luttikið í stóru FM-kappingini hjá Svimjisambandinum. Hann stóð seg væl og setti persónlig met, umframt hetta vann hann tvey heiðursmerki.

Bringusvimjing er yndisgreinin hjá Ragnvaldi, og tað var eisini í hesi grein, hann vann bronsuheiðursmerkini í 100 -og 200m teinunum við tíðunum 1.15,91 og 2.50,93.

Hann luttók eisini í 50- og 100 m frísvimjing og í stafettkappingunum. Úrslitini frá kappingini kunnu síggjast við at trýsta her