VÆLKOMIN!

Dani forseti í EPC

Wien í Eysturríki var í døgunum 18. - 19. september karmur um ársaðalfundin hjá EPC, sum er European Paralympic Committee.

Á skránni var m.a. val av nýggjum forseta. Tað var danin John Petersson, ið dró tað longra stráið, og gjørdist harvið forseti í EPC.

-"Enn einaferð eitt gott úrslit á altjóða pallinum  fyri okkum norðurlendingar innan brekaítróttina, og vit ynskja sjálvandi John hjartaliga tilukku við hesum týdningarmilka vali og góðan byr framyvir. Núr er líkasum meiri javnvág millum "norður" og "suður" í EPC við norðurlendingi fyri endan á fundarborðinum" Sigur Johan Samuelsen, sum umboðaði Føroyar á fundinum. 40 evropeisk limalond vóru møtt á fundinum. Fyrsta málið á skránni var góðkenning av nýggja limalandinum Herzogovina-Montenegro. Góðkenningin varð mótikin við lógvabresti.

EPC skipar m.a. fyri evropeiskum kappingum í ymiskum ítróttagreinum. Um tvær vikur verður evropameistaraskap í svimjing fyri fólk við breki. Kappingin verður í Reykjavík, og føroyska umboðið er Ragnvaldur Jensen, sum fer at luttaka í 4 kappingum.