VÆLKOMIN!

EIK-cup hjá Svani

Leygardagin 19 september skipaði Ítróttafelagið Svanur fyri stórum ítróttadegi á Eiði.

Tað var Sjúrður Skaale, ið setti kappingina, og hann slapp eisini at royna seg í einum boccia dysti ímóti Elvini Weihe.

Tá teir 34 luttakarnir høvdu hitað upp, byrjaði kappingin í borðtennis og seinni í boccia. Heiðursmerki vórðu givin til nr 1, 2 og 3.

Svanur sigur á heimasíðuni, at tiltakið eydnaðist sera væl ,og tey vóna at hetta verður eitt afturvendandi tiltak.

Myndir og úrslit frá kappingin eru at síggja á http://www.svanur.fo/ og á http://www.123.fo/